|
Ímynda tær, hvussu tað er at læra eitt mál, ið ongantíð áður er skrivað. Ímynda tær, hvussu tað er at royna at skilja smálutirnar í eini mentan, ið er so langt burtur frá tíni egnu.
- Biðið fyri, at trúboðarar eru áhaldandi, eru vaknir og arbeiðssamir.
- Biðið fyri, at trúboðarar hava álit á Gudi at vinna á øllum hindringum.
- Biðið fyri, at evangeliið verður greitt boðað á stammumálunum og á ein hátt, so hin fremmandi skilur tað.
Ímynda tær at búgva í einum stammuøki, har tú ert bundin av øðrum starvsfeløgum at skaffa tær veitingar, taka sær av tí peningaliga fyri teg, gjalda tínar rokningar og taka sær av mongum øðrum lutum við.
- Takkið Gudi fyri trúboðarar, ið gera nógvar dagligar uppgávur, so at samverkamenn teirra kunnu seta á stovn samkomur í ættarbólkum.
- Biðið fyri toymisarbeiði og áliti, ið hvør einstakur er partur í við hesum í huga, at stammu fólk koma at kenna Kristus.
Ímynda tær, børnini hjá tær ganga í skúla, meðan tey búgva í einum villfremmandari mentan.
- Heima-skúling: Biðið fyri javnvág, tolni, arbeiðssemi og neyðugum veitingum, sum teimum tørvar, ið heima-skúla síni børn.
- Kost-skúlar: Biðið fyri lærarum og kost-skúla foreldrum, ið hava halgað sína tíð og orku, at vera góð við og vera lærarar hjá trúboðarabørnum í einum skúla fyri slík sum hesi.
Ímynda tær at skula nøkta ymiskan persónligan tørv á mongum økjum.
Ímynda tær, at stammufólkið hevur brúk fyri tínari hjálp í sambandi við teirra likamliga tørv. Hugsa tær, um tíni familju tørvaði hjálp. Hugsa tær, hvussu tað mann vera, ikki at hava tann felagsskapin, tú hevur í tíni heimasamkomu og serliga samfelagið við vinir og tíni kæru. Ímynda tær at kenna ávirkanina av andaligum myrkri rundan um teg.
- Biðið fyri, at trúboðarar taka sær tíð til andaliga endurnýggjan og likamliga hvíld.
- Biðið fyri Guds vísdómi, til at velja hvat ið er tað besta og raðfesta rætt, tí arbeiðararnir eru fáir.
- Biðið fyri, at eingin beisk rót fær loyvi til at vaksa upp millum familjulimir og samverkarar.
- Biðið fyri gleði í Harranum, hvørjar enn umstøðurnar eru.
- Biðið fyri andaligari veking.
- Biðið fyri vísdómi og vakni, fyri at síggja stammu fólk koma til at kenna Kristus sum frelsara og vaksa í trúnni.
Ímynda tær, at biðja fyri NTM trúboðarum regluliga.
Tú fert at uppliva kraft Guds og kemur at kenna hann betur. Við at vera við í stríðnum fyri sálunum í ættarbólkum og biðja fyri andaligu støðuni teirra, sum royna at náa tey, fert tú at hava ávirkan á lívið hjá fólki, og støðu teirra fyri allan ævinleikan.
|