|
2009.10.03
Vit hava júst fingið bræv frá Anju, har hon takkar fyri tíðina heima. Hon sigur, at hon longu gleðir seg til at vitja aftur heima. Hon er komin uppá pláss í Malaybalay og hevur funnið sær eini hús at búgva í. Eisini hevur hon funnið eina samkomu og er longu virkin í kórinum á staðnum. Hon sigur "Harrin veit so væl, hvat okkum dámar, so eg prísi Honum fyri, at eg kann vera her." Hon sigur í brævinum "Bæði stað OG veðurlag eru júst nakað fyri meg :)". Malaybalay liggur eitt sindur høgt á oynni Mindanao, so veðrið er akkurat passaligt fyri føroyingar. NTM í Føroyum ynskir Anju alt tað besta og Harrans signing og varðveitslu í Hansara verki á Filipsoyggjunum. |