NTM FO NTM FO  
NTM FØROYAR  |  grundar samkomur í ættarbólkum
.
  BIÐIÐ     GEVIÐ     FARIÐ     KANNIÐ     VENJIÐ     TÍÐINDI     UM OKKUM     HEIM  
.
.
.
   

FRÁ FROMANNINUM

UM OKKUM
. . . .
Seinastu yvirskriftir
Lív Poulsen, Tongia
Tørvur á arbeiðarum
Anja Nielsen liðug við lesturin
Føroyingur í Suðuramerika

 

 

Amboð

 E-Mailið Heimasíðuna 
 Til Prentingar 
 Tínar Viðmerkingar 

NTM FO

Føroyskir trúboðar, sum virka saman við New Tribes Mission, eru 25 í tali. 13 hava útlendskan hjúnarfelaga. Samanlagt telja teir 38 fólk. Afturat teimum eru so 44 børn undir 18 ár. NTM FO familjan telur sostatt 82. Tey virka í 10 londum: Venesuela, USA, Grønlandi, Ruslandi, Senegal, Guinea, Mongolia, Teilandi, Papua Ný Guinea og Filipsoyggjunum.

 

Endamálið hjá NTM FO er fyrst og fremst at vera ein tænastustovnur fyri hesar trúboðarar. Endamálsorðingin hjá NTM FO er í 9 punktum. Nøkur teirra eru:

 

At koma við einum greiðum endamáli og kós fyri tænastuni hjá NTM í Føroyum.

  • Gera samkomur kunnigar um tørvin á evangelisering og at stovna samkomur millum ónádd fólkasløg.
  • Kunna samkomur um læruna hjá NTM, kjarnuvirði og tænastuætlan.
  • Gera trúgvandi kunnug við møguleikar at virka saman við NTM.
  • Tæna við at hjálpa og stuðla trúboðarum hjá NTM ávegis út á missiónsmarkina fyri fyrstu ferð og teimum, ið koma heim í farloyvi.
  • Fyriskipa forbøn fyri trúboðarum og virki teirra.

 

Umsorgan fyri limunum – verða hirðar fyri NTM trúboðarar í samstarvi við sendi-samkomuna.

 

Skaffa mannskap til NTM tænastur kring allan heimin við at skipa fyri stevnum, geva út lesnað, gera útvarpssendingar osfr.

 

Menna tilfar til tess at:

Upplýsa samkomuna um:

  • Tørvin at náa ónádd fólkasløg við evangeliinum.
  • Lutin hjá NTM í royndunum at fullføra verkið.

 

Eggja samkomur og einstaklingar at hava ein virknan leiklut í tænastuni hjá NTM.

 

 

 

 

 
. . . . .
.
.
NTM Føroyar  •  Skrivstovan  •  Landavegur 98  •  P.O.Box 2174  •  FO-165 Argir  •  Føroyar
E-Mailið NTM Føroyar  •  Tlf. (00298) 321919

Upphavsrættur © 2008 NTM. Øll rættindi ognað. Reglugerð um Trúnað