2000: Fyrsta skeiðið í Kross-Kultur Kunning byrjaði í septembur, og var tað nú gjørligt at taka alla útbúgvingina í Onglandi. 
Ì 1993 vóru tríggir trúboðarar hjá New Tribes í Kolumbia tiknir gíslar, og hóast mong ár eru gingin, er ongantíð funnið fram til, hvar teir hava hildið til. Ì 1995 vóru tveir aðrir trúboðarar í Panama tiknir gíslar, men hesir vórðu dripnir.
Eftir, at teir fyrstu fimm trúboðararnir hjá NTM í Bolivia vóru dripnir, spurdi onkur Paul Flemming: “ Hvat gert tú nú?” Hann svaraði m.a. at Gud er ikki bundin at nøkrum felagskapi til tess at fullføra endamáli Sínum. Hann nýtir einstaklingar. New Tribes Mission er einfalt ein leiðing, har ein bólkur av einstaklingum kann virka gjøgnum. Vit vita, at verk Hansara fer als ikki at miseydnast , og tráan okkara er einfalt at halda á við verkætlan Hansara.
Boðskapurin er enn hin sami: “ Farð út í allan heimin og prædikið evangeliið!” Markus 16.15.
New Tribes Mission heldur á at líta á Gud, og Gud verður framhaldandi hálovaður. Ì dag virka meira enn 3.000 trúboðarar um allan heimin, og venjingarmiðstøðir í meira enn 20 londum fyrireika trúboðarar at virka millum túsundtals ættarbólkar, ið enn ikki hava hoyrt.
Vit takka Gudi fyri ríka arvin, ið varð handaður víðari til okkara av einum lítlum bólki av menniskjum, ið tóku eina avgerð við orðum Paul Flemings: “ Strembanin hjá New Tribes skal vera leidd... har einki vitni evangeliums enn hevur nátt.”
|