1950: Paul Fleming og nakrir aðrir trúboðarar lótu lív í einum nýggjum flogfari hjá NTM, ið var ávegis til Suðuramerika, tá ið flogskiparin misti tamarhaldið í einum ógvusligum ódnarveðri yvir Grand Teton fjøllunum í Wyoming. Gud gav (og heldur á at geva) náði og sigur gjøgnum allar royndirnar. Verkið helt á at vaksa; í dag eru fleiri enn 3000 trúboðarar knýttir at NTM í meira enn 25 londum.
1955: Fyrsti bíbliuskúlin varð settur á stovn í Fredonia, Wisconsin.